Um okkum

Í juni 2013 bleiv Granskarasetrið iNOVA, Hoyvíksvegi 51, Tórshavn, tikið í nýtslu. Í Granskarasetrinum hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur.

Granskarasetrið iNOVA er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum.

Í iNOVA er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, av tí at privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar.

 

Starvsstovur:

Granskarasetrið heldur til í nýumvældu hølunum hjá Vinnuframa, har Rúsan var fyrr. 550 m2 eru innrættaðir til starvsstovur við nýggjum starvsstovuborðum, stinkskápum og øðrum vanligum starvsstovutólum.

Arbeiðsumhvørvið er opið og ljóst av tí at vindeygu eru millum starvsstovurnar, sum eisini hava takvindeygu.

 

Tól:

Umframt egin tól, hava vistararnir í iNOVA eisini atgongd til framkomin tól, sum Vinnuframi eigur, t.d. RT-PCR.

 

Foodlab:

Ein partur av granskarasetrinum er innrættatur til ein nýmótans starvsstovukøk, sum er ætlaður at virka fyri gransking og menning av føroyskum matvørum. Køkurin er sniðgivin til at vera ein partur av Nýggju Norðurlendsku Matrørsluni. Av tí sama er hann útgjørdur við neyvleika køksútgerð, sum kokkar og onnur serkøn fólk kunnu brúka til at menna nýggj hugskot og rættir, har føroysk rávøra er nýtt.

Meira kunning: Bílegg Foodlab

Human Performance and Health Laboratory:

Saman við Fróðskaparsetrinum og Vinnuframa hevur iNOVA nú sett gongd á enn eitt granskingarøki, sum verður tað fjórða í røðini á iNOVA. Rannsóknarstovan til gransking innan human-fysiologi ella mannlívvirkisfrøði verður á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Havn.


Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri nýggja granskingarvirkseminum, ið fer fram innan fakøkið Human Performance, ella likamliga orku hjá menniskjum. Vinnuframi hevur gjørt neyðugu íløgurnar í tól,

Meira kunning: Human Performance and Health Laboratory


Skrivstovur og fundarhøli:


Granskarasetrið hevur 16 skrivstovupláss og eitt fundarhølið. Fundarhølið hevur Lifesize HD útgerð til videofund. Vistararnir í iNOVA hava ókeypis atgongd til fundarhøli. Øll onnur áhugað, kunnu leiga tey.

 

Meira kunning: Bílegg fundarhøli

 

Høllin:

Granskarasetrið hevur eina stóra høll, sum kann brúkast til skeiðvirksemi, filmframvísing og onnur tiltøk. Vistararnir í iNOVA hava ókeypis atgongd til høllina. Øll onnur áhugað, kunnu leiga hana.

Meira kunning: Bílegg høllina

 

Verð ein partur av granskarasetrinum:

Enn er møguleiki at leiga starvsstovupláss í Granskarasetrinum iNOVA.

Meira kunning: Granskarasetrið iNOVA