Veikur bindivevnaður í fiskaflaki

Gaping er heiti á tí fyribrigdið, at bindivevnaðurin í fiskaflakinum er so mikið veikur, at muskul segmentini detta frá hvørjum øðrum. Hetta sæst sum hol í flakinum.
Hetta fyribrigdið er vanligt bæði hjá alifiski og villum fiski, tó er títtleikin ikki tann sami hjá teim ymisku fiskasløgunum.

Gaping hevur stóra neiliga ávirkan á metingina av kvalitetinum á fiskinum sum matvøra, og avleiðingin er niðurskurður í søluprísinum. Hetta er tískil til stóran ampa fyri bæði ali- og fiskivinnu.

Nógvar kanningar hava víst á, at okkurt samband er millum gaping og innihaldi av kollagen í bindivevnaðinum. Trupulleikin tykist tó at vera ov samansettur til, at hetta er øll frágreiðingin og eingin veit við vissu, hví bindivevnaðurin í summum førum er so veikur.

Proteoglykanir (PG) og glykosaminoglykanir (GAG) finnast eisini í bindivevnaði saman við kollagen, og innan súgdjór er tað væl kent, at tey hava ávirkan á eginleikarnir hjá vevnaðinum. Hóast hetta, so eru sera fáar kanningar gjørdar, um hvørja ávirkan tey hvør sær ella í sambandi við kollagen hava á bindivevnaðin í fiski. 

Hendan verkætlanin skal tískil greina ta ávirkan 
PG, GAG og kollagen hava á bindivevnaðin í fiski og á fyribrigdið gaping.

Samband:

Ása Jacobsen, M.Sc.