Høllin

Granskarasetrið iNOVA hevur eina stóra høll, sum kann brúkast til skeiðvirksemi, filmframvísing og onnur tiltøk. Leigararnir í iNOVA hava ókeypis atgongd til høllina. Øll onnur áhugað kunnu leiga hana. 

Lýsing:

Høllin er 200 m2 til víddar, við egnari inngongd og atgongd til køkin. Í høllini er talgild uppvørpa, 17 skilaveggir á hjólum og 50 stólar. Tað er pláss fyri at leigararnir koma við fleiri stólum, um tørvur er á tí. Skilaveggirnir, sum kunnu brúkast til at laga hølið til tørvin hjá leigaranum, eru prýddir av ungum føroyskum listafólkum á aðrari síðuni. Á hinari síðuni eru skilaveggirnir hvítir og kunnu millum annað brúkast til skíggja.

Listaverkini:

Listaverkini eru málað av fimm ungum listafólkum, sum fingu ta uppgávu at koma við øðrvísi áskoðan upp á vísindi og hugskotsmenning.

Ludvík á Brekku
Bárður Dal Christiansen
Jón Sonni Jensen
Halldis Olsen
Ólavur S.T. Thorsteinsson

Tiltøk, ið hava verið:

Prísur:

Høllin er ókeypis fyri vistararnir í iNOVA. Onnur áhugað kunnu leiga høllina fyri 3.000 kr/dagin uttan MVG.

Bílegg:

Bílegg við at senda teldupost til Granskarasetrið iNOVA