

Foodlab
Endamál:
Foodlab er ein nýmótans køkur, sum er ætlaður at virka fyri gransking og menning av føroyskum matvørum. Kokkar og onnur serkøn fólk kunnu brúka køkin til at menna nýggj hugskot og rættir, har føroysk rávøra er nýtt.
Staðsetingin av køkinum í Granskarasetrinum ger tað lætt at samarbeiða við granskararnar í iNOVA. Teirra servitan innan mýlska lívfrøði og ílegugransking kann stuðla undir nýmótans gransking og menning av matvørum.
Endamálið við køkinum er ikki at hava matveitingar. Av tí sama er útgerðin ikki egnað til stórframleiðslu.
Innrætting:
Køkurin er sniðgivin til at vera ein partur at Nýggju Norðurlendsku Matrørsluni. Av tí sama er hann útgjørdur við neyvleikakøksútgerð, sum eitt nú dehydrator, vatnbaði og Pacojet. Brúkararnir skulu sjálvir koma við vanligari køksútgerð, sum grýtum, pannum, knívum og øðrum.
Reingerð og viðlíkahald:
Brúkararnir hava ábyrgd av at køkurin er ruddiligur og reinur, tá arbeiðsdagurin er liðugur. Tá verkætlanin er liðug, skal persónlig køksútgerð ikki standa eftir í køkinum.
Prísur:
At leiga køkin til hugskotsmenning ella góðskueftirlit kostar 500 kr./dag ella 2.000 kr./viku uttan MVG.
Um køkurin skal brúkast til tiltøk, so kostar tað 3.000 kr/dag uttan MVG, og tá er høllin íroknað.
Bílegg:
Bílegg køkin við at senda teldupost til Granskarasetrið iNOVA.