

Søga
Uppskotið – og tilgongdin - til Granskarasetrið hevur fleiri ár
á baki. Upprunaætlanin var at byggja eitt stórt granskarasetur í Debesartrøð,
men henda ætlan varð ongantíð veruleiki. Í 2009 tóku Regin W. Dalsgaard,
stýrisformaður í Vinnuframa, Pál Weihe, Deildin fyri almenna heilsu og Sigurð
Ó. Vang, nevndarformaður í Fiskaaling stig til at hittast og røða um eitt
granskarasetur í hølunum hjá Vinnuframa.
Av tí at soppur varð staðfestur í hølunum, var Rúsan, ið hevði
hildið til í hølunum frá byrjan, noydd at finna onnur høli til sítt virksemi.
Sostatt var upplagt høvi, at nýta tómu hølini til eitt granskarasetur og við
góðum samstarvi og góðum politiskum vilja, fekk Vinnuframi heimild til at
niðurlaga stovnsfæið við 13 mió kr. til at innrætta hølini til gransking.
Vinnuframi hevur staðið fyri at innrætta hølini í tættum samstarvi við flestu
aktørar innan gransking í Føroyum.
P/F iNOVA:
Talan er um eina privata- og almenna loysn, har tað almenna
letur fysisku karmarnar til privat at reka. P/F iNOVA varð stovnað til tess at
reka Granskarasetrið. Áhugin í vinnuni er sera stórur fyri ætlanini og ein
røð av føroyskum vinnufyritøkum og stovnum hava valt at seta pening í felagið.
Stovnararnir eru: P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún,
TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM.
Felagið varð sett á stovn við 1,3 mio. kr. í kapitali og Jonhard Eysturskarð,
granskari á Fiskaaling, varð settur sum fyribils stjóri í felagnum.
Í nevndini hjá P/F iNOVA eru Jógvan Jespersen, umboðandi
vinnuna, Durita Nielsen, umboðandi vinnugransking, Debes H. Christiansen,
umboðandi almennu granskingina og Regin W. Dalsgaard, umboðandi
Vinnuframa.
Tól til felags nýtslu:
Vinnuframi hevur, við heimild frá Løgtinginum, niðurlagað
stovnsfæið við kr. 6,6 mió til útvegan av granskingartólum at seta í
Granskarasetrið. Ásannandi at nógvar royndir verða sendar til útlond at kanna,
setti Vinnuframi Janus Vang, ph.d. í biokemi, at lýsa, hvørjar royndir talan
var um, og hvussu nógvur peningur var nýttur til endamálið. Staðfest varð, at
royndir fyri uml. kr. 20 mió. árliga verða sendar til útlandið, og at nógvar av
hesum royndum – við fyrimuni, bæði við at fáa føroyskar útisetar við røttu
førleikum heim og tíðarskeiðið har bíðað verður eftir úrslitinum, styttist –
kundi verið framdar í Føroyum.
Við at útvega røttu tólini til Granskarasetrið væntar
Vinnuframi, at partur av peninginum ið árliga verður sendur til útlandið verður
verandi í Føroyum, umframt at nýggjar granskingarverkætlanir síggja dagsins
ljós í Granskarasetrinum.
Nýggjur stjóri:
Í oktobur 2013 varð Janus Vang settur i starv sum stjóri í P/F
iNOVA. Hann tók embætisprógv á Roskilde Universitetscenter innan
mokylærbiologi og kemi. Síðan starvaðist hann á biologiska instituttinum á
universitetinum í Keypmannahavn. Í 2006 flutti hann til USA, har hann hevur
skrivað Ph.D. ritgerð innan biomedisinska vísind á universitetinum í
Connecticut.
Sum stjóri í P/F iNOVA er Janus Vang dagligur leiðari á
Granskarasetrinum. Umframt fyrisitingarligar
uppgávur, er tað hansara høvuðsábyrgd at byggja upp eitt virkið og áhugavert
granskaraumhvørvi.