Support available for food development

Kundu vit bjóðað okkum at hjálpt tær við vørumenningini?

Lýst verður eftir hugskotum til nýskapandi matvøruframleiðslu

 

Ísland hevur formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í ár og leggur í formanskapinum áherðslu á nýskapan í norðurlendskum lívfeingisbúskapi við at styrkja økisbundnan búskaparvøkstur. Granskarasetrið iNOVA fer at leiða tær nýskapanar- og vørumenningarverkætlanirnar í Føroyum, sum verða framdar á hesum økjum komandi trý árini. Talan er um verkætlanir, sum stimbra nýskapandi matvøruframleiðslu, øktari burðardygd í matvøruframleiðslu og framleiðslu av lívmegni (biomassa).


Fyrsti partur av vørumenningarverkætlanunum fer nú í gongd og tí lýsir iNOVA nú eftir hugskotum frá áhugaðum luttakarum. Í fyrsta partinum er ætlanin at menna matvørur ella vørur knýttar at matframleiðslu, soleiðis at tær kunnu sýnast fram á Norðurlendskum ráðharrafundi seinast í juni 


Møguligt var at søkja um luttøku í verkætlanini til 13. mars.

Tað sum søkjast kann um, er serkønhjálp til vørumenning, hjálp til neyðugar mátingar og/ella uppsetning av góðskuskipan í sambandi við framleiðslu. Møguligt er at nýta framleiðslutól í royndarkøkinum hjá iNOVA í Tórshavn. 
Stuðul fæst ikki fyri egið arbeiði hjá umsøkjara, tilfar ella keyp av tólum. Ætlanin er at byrja vørumenningina í mars og hon skal verða liðug um mánaðarskiftið mai/juni 2014.

 

Nærri upplýsingar fáast frá Janus Vang, Granskarasetrið iNOVA

Tlf. 733300, teldupost: jv@inova.fo