

NordBio tiltakið
NordBio tiltakið, sum Norðurlendska ráðharraráðið hevur íverksett, hevur millum annað til endamáls at fremja nýskapan í norðurlendskum lívfeingisbúskapi. Granskarasetrið iNOVA er valt at samskipa tað føroyska íkastið til hesa nýskapan.
Tí hevur borið til at søkja um stuðul til minni matmenningarverkætlanir. Vit fingu fleiri umsóknir, har tríggjar av teimum fingu játtað stuðul. Janus Vang, stjóri í iNOVA og Leif Sørensen, kokkur, vóru í Íslandi á Norðurlendska ráðharraráðsfundinum (Nordtic Conference, 25. juni) og greiddu frá um verkætlanina. Teir høvdu eisini smakkiroyndir av vøruni, ið var sera væl móttikin.
NordBio tiltakið fer í heyst undir annað stigið, har tað aftur verður møguleiki at søkja um stuðul. Umsóknarfreistin verður kunngjørd á heimasíðuni hjá iNOVA seinni.
Niðanfyri eru lýsingar av teimum trimum verkætlanunum, ið fingu stuðul játtaðan.
Gulllaksur

Gulllaksurin er ein bíligur fiskur. Í dag verður tað mesta malið og útflutt fyri ein bíligan penga. Í hesi verkætlan royna vit at menna liðugvøru av hesari nýtiligu rávøruni. Fyri at geva vøruni ein eyðkendan føroyskan smakk, er gullaksurin vendur í morlaðum turrum fiski og borðreiddur við hvonnmajonesu.
Tað er ikki so nógv vitan um matlistaliga eginleikan hjá gulllaksi. Tí er størsti parturin av arbeiðinum í hesi verkætlanini lagdur í at kann hesar eginleikar. Haldføri og góðskan verður kannað í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Føroyski búskapurin er tengdur at útflutningi av fiski, tí er ætlanin at menna føroyskar meirvirkaðar vørur, sum hava eitt hægri virði. Vit leggja okkum eftir at brúka eitt bíligt og ikki so kent fiskaslag, sum ikki er hótt, fyri at verða burðardygg.
Nýggja Norðurlendska Matrørslan hevur gjørt fólk varug við høgu góðskuna á føroyskari rávøru. Tí vilja vit gera hesar rávørurnar meira atkomuligar og lættari at selja. Hettar viðførir eisini marknaðarføring av serliga føroyska smakkinum. Heimamarknaður er ein góð roynd, men ætlanin er at marknaðarføra vøruna á altjóða marknaðinum.
Framleiðararnir eru Gutti Winther og Jóanes Reinert. Gutti Winther, 34 ár, er útlærdur kokkur frá The Paul í Danmark, hann er limur í Nýggju Norðurlendsku Matrørsluni. Gutti er bæði eigari og vertur í matsendingini "Spískamarið”. Jóanes Reinert, 34 ár, er útlærdur kokkur frá Admiral Hotel í Danmark.
Ein granskari, ein framleiðari (Sp/f Tavan) og tveir kokkar byrjaðu upp á verkætlanina, ein góð samanseting fyri nýhugsan. Tilgongdin hevur verið sera lærurík, og vit eru spent upp á endaliga úrslitið.
Í fyrstu syftu: Vælgagnist.
Meira kunning: gutti_winther@hotmail.com
Silver Smelt poster in english (pdf).

Vøran er rabarbusaft, sum er gjørd úr rabarbum, dyrkaðar á Húsum, og vistfrøðiligum rørsukri. Framleiðslan leggur dent á at verja natúrliga smakkin og góðskuna í rabarbunum.
Hendan verkætlanin skal, í samarbeiði við Umhvørvisstovuna, skapa útbúgvingarmøguleikar fyri smáar framleiðarar av landbúnaðarvørum.
Arbeiðsmøguleikarnir á útoyggjunum er avmarkað, serliga fyri kvinnurnar. Jóhanna Maria sær ein møguleika í at søla av rabarbusaft og øðrum virkaðum landbúnaðarvørum kann geva eitt ískoyti til búskapin á útoyggjum.
Framleiðarin er Jóhanna Maria Isaksen, 27 ár, ið býr á Húsum. Familjan hjá henni hevur dyrkað rabarbur í fleiri ættarlið, og við tað hevur hon lært tað.
Saftin er framleidd í góðkendum, lokalum køki, ið hevur neyðugu tólini til framleiðsluna og tappingina av saftina.
Meira kunning: johanna_m_isaksen@hotmail.com
Rhubarb Juice poster in english (pdf).
Fiskakips

Fiskakipsini eru gjørd av røstum fiski og norðurlendskum korni. Tí hevur tað ein serføroyskan smakk.
Ætlanin við verkætlanini er at gera ein egnaðan pakning til hesi brotiligu kipsini. Pakningurin verður gjørdur í samarbeiði við Teknologisk Institut í Danmark.
Ræstur fiskur verður ikki útfluttur, men Leif Sørensen sær ein møguleika at marknaðarføra hesa vøru á einum altjóta marknaði.
Framleiðarin er Leif Sørensen, ið er útlærdur kokkur og hevur staðið fyri tveimum matstovum í Tórshavn, Gourmet og KOKS.
Meira kunning: leifso@mail.fo
Fish Chips poster in english (pdf).