Tørvar tær hjálp til vørumenning?

Hettar tiltakið er ein partur av verkætlanini "Nýskapan í Norðurlendskum Lívfeingisbúskapi”, sum hoyrir undir "Nordbio”, skráin hjá íslendska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið (2014-2016). Nærri frágreiðing um verkætlanina sæst her.

Søkt verður eftir umsóknum, har føroyskt lívfrøðiligt tilfeingi verður brúkt. Verkætlanin skal virðisøkja og gera framleiðsluna burðardyggari. Við stuðlinum fæst atgongd til tólini og servitanina, ið er á iNOVA, so vøran kann gerast klár til marknaðin. Dømi um servitanarhjálpina kann vera ráðgeving um vørumenning, framleiðsluhættir, menning og sniðgeving av pakkitilfari, umframt vísindaliga greining (eitt nú føðsluvirði, proteininnihald og haldevni).  

Stuðul verður ikki latin til løn hjá umsøkjara, rávørur, amboð ella  aðrar kostnaðir.

Verkætlanirnar byrja væntandi í apríl og skulu vera lidnar í oktobur 2015.

Umsóknarblaðið skal fyllast út á hesi leinki.

Stýrisbólkurin fer at ganga út frá hesum treytum: (sí leinki).

Umsóknarfreistin er 7. apríl 2015.

Samband: Janus Vang, stjóri í Granskarasetrinum iNOVA. 

Telefon: 733300, teldupostur: jv@inova.fo