Faroese products wins gold and silver in Iceland

Grein á portal.fo

Føroyar fingu tvey gullmerki og eitt silvurmerki við Open Icelandic Championship for Artisan Food Production, sum varð hildið í Íslandi í gjár.

Tað var Granskarasetrið iNOVA, sum skipaði fyri, at tríggir føroyskir matframleiðarar, ið hava samstarvað við setrið, kundu vera við.

Í bólkinum ”fiskur” fekk kokkurin Leif Sørensen gullheiðursmerki fyri sítt broyskna kips úr ræstum fiski. Vøran er framleidd við stuðli frá Vinnuframa og Norðurlendska ráðharraráðnum og ment á granskingarkøkinum á Granskarasetrinum iNOVA.

Hini bæði heiðursmerkini fekk Johanna Maria Isaksen av Húsum.

Hon fekk gullheiðursmerki í bólkinum ”ber, frukt og grønmeti” fyri sín sirup úr mjaðurt og silvurheiðursmerki í sama bólki fyri rabarbusaftina.

Vørurnar eru framleiddar í samstarvi við Útoyggjafelagið og tí var tað Olga Biskopstø frá felagnum, sum tók í móti heiðursmerkjunu vegna Johannu Mariu Isaksen.

- Tað at vørurnar hjá Jóhonnu hava vunnið, vísir okkum at verkætlanin ”Matur sum ferðaminni” er eitt gott tiltak. Vónandi fer hetta eisini at eggja fleiri á útoyggj, at fara undir framleiðslu burtur úr lokalum rávørum. Køkurin hjá Sp/f Matur-Viljin á Húsum, er góðkendur til framleiðsluna. Í køkinum eru allir hentleikar, og møguleikar, at hava smáar framleiðslur. Hesir fasilitetir kunnu tey luttakandi í verkætlanini brúka, eftir skipaðari avtalu, skrivar útoyggjafelagið á síni heimasíðu.

Enn eru bert rabarbur og hvannir góðkendar til framleiðslu, men Útoyggjafelagið arbeiðir við, at fáa Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at góðkenna aðrar vørur, so vøruúrvalið kann víðkast komandi summar.

Líknandi kapping, Eldrimner, hevur verið hildin í Svøríki í mong ár, og hevur ment mathandverkið í Svøríki munandi, síðani hon byrjaði. Í ár er tað so fyrstu ferð, at roynt varð við eini norðurlendskari útgávu, og arbeitt verður við at skipa reglur, so kappingin kann ganga á skift millum londini.


Ingi Samuelsen