
Human Performance and Health Laboratory
Saman við Fróðskaparsetrinum og Vinnuframa hevur iNOVA nú sett gongd á enn eitt granskingarøki, sum verður tað fjórða í røðini á iNOVA.
Human Performance and Health Laboratory, ein rannsóknarstova til gransking innan human-fysiologi ella mannlívvirkisfrøði verður á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Havn.
Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri nýggja granskingarvirkseminum, ið fer fram innan fakøkið Human Performance, ella likamliga orku hjá menniskjum. Vinnuframi hevur gjørt neyðugu íløgurnar í tól, sum millum annað eru eitt svimji-ergometur, ein ergometur-súkkla umframt útgerð til at máta renning og rógving. Víst verður til ensku lýsingarnar av tólunum.
Við hesi rannsóknarstovuni ber til at granska og at gera ymiskar royndir av likamligu avrikunum hjá føroyskum ítróttarfólki. Higartil hevur tað ikki verið gjørligt at gera slíkar royndir í Føroyum.
Arbeiðsfysiologiskar
testir á Human Performance and Health Laboratory (HPHL)
Á HPHL er nú møguligt
at gera framkomnar testir av ítróttarspecifikkum kropsligum førleikum. Test-útgerðin
er framkomin og er sama útgerð sum verður nýtt í vísindaligum arbeiðsfysiologiskum
kanningum og er hon tískil vísindaliga validera.
Samstundis ber til
at fáa útgreinað testúrslitini fysiologiskt, so at tey kunnu nýtast at meta um støði
á ymiskum fysiologiskum skipanum, sum hava árin á kropslig avrik, og tískil brúkst
praktiskt í dagligu venjingini til at arbeiða skipað ímóti betri avrikum og úrslitum.
Á HPHL ber til at gera viðkomandi testir fyri úrvælsítróttafólk í bæði stutt- og langteinaítróttum, bóltspølum, umframt arbeiðsfysiologiskar testir av bein og arm serstøkum arbeiði.
Her er eitt yvirlit
yvir testir og kostnað, sum í fyrstu atløgu kunnu gerast í HPHL:
- Test
av maximalari oxygenupptøku (VO2max) – súkkling, renning, rógving,
yvirkropsarbeiði
1000 kr.
- Test
av VO2max, arbeiðsøkonomi og substratbrenning (evni at brenna feitt
og kolvætu)
1500 kr.
- Test
av VO2max, arbeiðsøkonomi, substratbrenning og oxygen upptøku
kinetikki (hvussu skjótt oxygen upptøkan veksur)
1750 kr.
- Wingate
test á súkklu – test av anaerobum førleika
750 kr.
- Repeated
sprint test – renning, súkkling, rógving og yvirkropsarbeiði
750 kr.
- Critical
Power 3-min test – test av anaerobum
førleika (súkkling, rógving)
1000 kr.
- Yvirkrops
VO2-test og yvirkrops power test (svimjarar)
1000 kr.
- Yvirkrops
VO2-test og yvirkrops power test, og VO2max test (svimjarar)
1500 kr.
- Anaerobic
threshold test, VO2max, arbeiðsøkonomi og substratbrenning
1500 kr.
- Bóltsspælsspecifikkar testir (eftir avtalu har kostnaður er fyri hvørt liðið).
Við hvørjari test
er høvi at fáa testúrslitini útgreina.