

Ræst 2015
10. og 11. desembur verður ein matráðstevna hildin á Granskarasetrinum iNOVA um tann føroyska køkin, ræsing og ræstar matvørur. iNOVA og Invest in the Faroes (Uttanríkis- og vinnumálaráðið) standa fyri ráðstevnuni.
Føroyski køkurin hevur
fingið altjóða uppmerksemi orsaka av "Ný Norðurlendskur Matur"-trendinum. Ræsing er í miðdeplinum í heilsukjakinum. Ræstar
matvørur eru góðar til at stuðla upp undir probiotar, sum eru góðar bakteriur í
sodningarlagnum.
Tí eru stórir gastronomiskir
og heilsuligir møguleikar í at kanna og menna vørur og mannagongdir við siðbundnu matgerðini. Við "Ræst 2015” vilja
iNOVA og Invest in the Faroes at uppmerksemi verður um ræsing sum heild.
Ein áhugaverd
fyrilestraskrá er gjørd. 10. desembur fara søgufrøðingar, arkitektar og náttúruvísindafólk at greiða frá arbeiðinum hjá teimum í sambandi við ræsing. Gutti
Winther fer at borðreiða við smárættum við røstum smakki.
Dagin eftir, 11.
desembur, verða workshops, tá kunnu fólk práta við tey, ið havi hildið
fyrilestrarnar dagin fyri. Fólk kunnu fáa góð ráð og hjálp í sambandi við
verkætlanir, ið tey ætla at fara undir.
Ráðstevnan er fyri øll og ókeypis. At tí at tað er avmarkað við plássi, so verða fólk biðin um at tekna seg á inova@inova.fo. Til ber at tekna seg bert til workshop.
Skráin hósdagin tann 10. desembur (skráin kann broytast)
13.00-13.15: Vælkomin, Poul Michelsen, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
13.15-13.45: "Ræst í
føroyska køkinum” við Jóan Paula Joensen, Fróðskaparsetur Føroya
Ein gjøgnumgongd av ræsing í føroyska køkinum.
13.45-14.00 "Fish
Chips” við Leif Sørensen
Leif Sørensen vísir fram síni fiska-kips, ein nýskapandi háttur at marknarðarføra tann ræsta smakkin á altjóða pallinum.
14.00-14.15: Kaffi
14.15-14.45: "Probiotics, health and fermented foods” við Amandu Vang og Poulu Patursson, Landssjúkrahúsið.
Seinasta granskingin vísir, at samansetingin av bakteriunum í sodningarlagnum hava stóran
týdning fyri heilsuna. Fermenteraður matur, so sum ræstur matur, er sera góður
fyri tær góðu bakteriurnar (Probiotar)í sodningarlagnum.
14.45-15.15: "Sansa kanningarstova
í iNOVA” við Janusi Vang, iNOVA og Hrönn Ólína Jörundsdóttir, MATÍS
Sýning
av nýggju sansa kanningarstovuni í Granskarasetrinum iNOVA. Í Kanningarstovuni
vera professionellar smakkiroyndir gjørdar, sum kunnu brúkast í sambandi við
vørumenning og lýsing av útflutningsvørum.
15.15-16.00: Ræst-tapas
við Leif Sørensen
Áhugaverdir ræstir smárættir borðreiddir við náttúruvíni.
16.00-16.30: "Tann Føroyska skerpikjøt bakterian” við
Debes Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Vit vita at smáverur, sum bakteriur og soppar, hava stóran týdning fyri
búning av skerpikjøti. Men hvørjar eru hesar bakteriur og sopparnir? Er tað
serliga ein, ella eru tað fleiri "skerpikjøt bakteriur”? Hvussu er samanspælið
millum hesar bakteriur í búningini av skerpikjøti? Eru aðrar bakteriur fyrstu
dagarnar, aftan á at kjøtið er hongt upp, í mun til seinni?
Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer í næstum at byrja eina verkætlan,
hvørs endamál er at svara nøkrum av hesum spurningum.
16.30-17.00: "Ein heilsufrøðiliga góðkendur hjallur -
hvat skal til?” við Olgu Biskupstøð fyri Útoyggjafelagið og Anna Trónd Hansen,
arkitekti.
Ein stak kanning, ið skal vísa, hvat skal til,
fyri at fáa ein brúktan hjall góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir
nýggju matvørulógini. Úrslitið skal brúkast til dagføring av jarðarbrúki á
útoyggj, og sum almenn kunning og skjalprógvan.
Kunning om Slow Food konseptið, í mun til RÆST.
17.00-17.15: Kunna
um Workshops fríggjadagin
Skráin friggjadag tann 11. desembur (Workshops)
10.00-12.00: Fá hjallin góðkendan
Anna Trónd Hansen, Arkitektfelagið Kontrast og Olga Biskopstø, Útoyggjafelgið kunna um hvat skal til, fyri at fáa ein vanligan hjall góðkendan av HFS. Tekningar, tilfar o.a. verður víst fram umframt eitt modell av einum forrúmið til ein hjall.
Komið og lærið tykkum at eta ræstan mat á ein sunnan hátt. Tú kanst smakka sunnan, ræstan mat, spyrja um føðslu og heilsu, umframt fáa svar uppá, hvussu hettar er tengt at fyribyrging av sjálvórinssjúkum (autoimmunar sjúkur).
Tú hevur møguleika at kjakast og koma við uppskotum um, hvat slag av føroyskum grønmeti hevði verið áhugavert at ræsa. Agnes Mols Mortensen fer at greiða frá hennara royndum við at ræsa tæra.
Amanda Vang, granskari á Landssjúkrahúsinum, Poula Patursson, cand. scient. og kliniskur dietistur og Agnes Mols Mortensen, granskari á P/F Fiskaaling, standa fyri tiltakinum.
14.00-16.00: Kann eg vera við í einari smakkidómsnevnd?
Ver við til fyrstu sansaligu royndirnar á starvsstovuni, har sansirnir verða kannaðir. Janus Vang standa fyri royndunum.
14.00-16.00: Hvussu kann eg vera við til at kanna føroyska skerpikjøtið?
Kundi tú hugsað tær at verið við til kanningarnar av føroyska skerpikjøtinum, sum heilsufrøðiliga Starvsstovan skipar fyri? Hevur tú ein serligan hjall? Ert tú forvitin eftir at vita, um kjøtið hjá tær er øðrvísi enn hjá hinum? Kom og tosa við granskararnar um at luttaka í víðkaðu kanningini.