Royndarsentur í Føroyum
23 April 2015

Grein á portal.fo

Nú um dagarnar varð kunngjørt, at eitt "Human Performance Laboratory” (HPL) var sett upp í hølunum hjá granskingardeplinum iNOVA í Havn.

ÍSF fegnast, nú eitt slíkt sentur er tøkt hjá føroyskum ítróttafólki. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá nógvum sersambondum í ÍSF. Føroysk ítróttafólk – og kanska serliga úrvalsítróttafólk – hava verið noydd at leita sær uttanlands at útvega sær slíkar testir. Hetta hevur í mongum førum verið tvørligt og kosnaðarmikið.

Nógv av okkara ítróttafólkum kappast á altjóða støði, og tí er miðvis venjing og menning kravd. Ein liður í miðvísari venjing er eisini at fáa roynt, testað, um venjingin er skiljagóð, sigur Magni Mohr, sum er dagligur leiðari í hesum testsentrinum.

Umframt at vera dagligur leiðari er hann harafturat lektari á Fróðskaparsetrinum, har hann er kendur fyri at hava granskað nógv innan arbeiðsfysiologi, serliga úti í heimi, men annars eisini í Føroyum.

Magni Mohr skrivar millum annað í einum skrivi til ÍSF:

"Á HPL er nú møguligt at gera framkomnar testir av ítróttaspecifikkum kropsligum førleikum. Testútgerðin er framkomin, og er sama útgerð, sum verður nýtt í vísindaligum arbeiðsfysiologskum kanningum, og er hon tískil vísindaliga validerað. Á HPL ber til at gera viðkomandi testir fyri úrvalsítróttafólk í bæði stutt- og langteinaítróttum, bóltspølum, umframt arbeiðsfysiologiskar testir av bein og arm serstøkum arbeiði.”

Við hesum vil Magni Mohr heita á sersambondini at eggja sínum ítróttafólkum at nýta hendan møguleikan, sum fer at menna ítróttagransking í Føroyum, umframt vitanarsamspælið ímillum vísindaliga gransking og praktiska ítróttaumhvørvið.

Í nevnda skrivi frá iNOVA eru settar upp 10 ymiskar testir, ið møguleiki er at gera longu nú.

Til ber at lesa nærri kunning um testirnar á: http://inova.fo/default.asp?menu=538.

Beinta Poulsen