Norðurlendska matvirðislønin Embla
23 March 2017

 

 

Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini hevur stovnað eina norðurlendska matvirðisløn. Nýggja norðurlendska matvirðislønin verður nevnd Embla eftir fyrstu kvinnuni í norðurlendsku gudalæruni (www.emblafoodaward.com).

Vit vilja heiðra øll tey, sum fremja í verki. Tey, sum fáa okkum at hugsa, og tey, sum bjóða tí verandi av. Tey, sum leggja stóran dent á norðurlendska køkin og gera matarøkið enn betri. Tey, sum borðreiða norðurlendska køkin á einum silvurfati, og sum geva okkum hug á meira.

Embla verður latin annaðhvørt ár. Fyrstu ferð verður í Danmark í august 2017, har Landbrug og Fødevarer er vertur. Virðislønin verður handað á ráðstevnuni Better food for more people, sum danska Miljø- og Fødevareministeriet skipar fyri í Keypamannahavn, meðan tiltakið Copenhagen Cooking verður.

Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar verkætlanini við tí endamáli at styrkja felags matsamleikan í Norðurlondum og stimbra áhugan fyri norðurlendskum mati uttan fyri Norðurlond.


14. mars verður latið upp fyri tilmeldingum til norðurlendsku matvirðislønina, sum fevnir um fýra bólkar.

Á hesi heimasíðuni kanst tú skjóta upp, at ein starvsfelagi, ein fyrimynd ella tú sjálv/ur verða vald at luttaka.