So eru vit farin í gongd
01 March 2018

Sensoriska panelið á iNOVA hevur avgreitt sína fyrstu uppgávu.

Ein føroysk fyritøka bað um eina kanning har ein sensorisk profilering skuldi gerast av vøruni, sum fyritøkan framleiðir. Ein sensorisk profilering er ein objektiv lýsing av útsjónd, lukti, smakki og konsistensi. 
Somuleiðis brúkti fyritøkan høvi at samanbera sína vøru við vørur hjá kappingarneytum.

Tey, sum hava áhuga fyri líknandi (ella aðrari) sensoriskum kanningum eru vælkomin at seta seg í samband við iNOVA á tlf. 733300 ella á jv@inova.fo

Panelið gleðir seg til fleiri uppgávur.

Les um nýggja sensoriska panelið á iNOVA her.