Mikudagur 25.04.2018, kl. 16:00, Perlan
Flaggdagin, tann 25. apríl, er eisini altjóða DNA dagur. DNA er
stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin.
Tað var tann 25. april í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út
vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað
almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin
dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt
alla verðina hátíðarhildið henda dagin.
Í ár hava vit valt eisini at
hátíðarhalda hendan dagin í Føroyum.
Skipað verður fyri einum tiltaki í Perluni tann 25. apríl
2018 frá kl. 16:00 . Tiltakið verður í tveimum pørtum. Tann fyrsti parturin
inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í tí seinna
partinum verða stuttir fyrilestrar (10 min) um DNA til tey ungu og vaksnu. Endamálið við
tiltakinum er at kunna almenningin um DNA, og um hvussu DNA verður brúkt í
gransking og í samband við heilsu í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sí skránna her
Sí tiltakið á Facebook her