5 ára hátíðarhaldið hjá Granskarasetrinum iNOVA
15 June 2018

Í sambandi við at 5 ár eru liðin, síðan virksemið byrjaði á Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Havn, verður skipað fyri móttøka tann 21. juni frá klokkan 13.00 til 16.00.

Á skránni eru millum annað røður um upprunan til iNOVA, virksemið í dag og framtíðarvónirnar hjá granskarasetrinum.

Millum tey, sum halda røðu, eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jógvan Jespersen, nevndarformaður í iNOVA og Regin Weihe Dalsgaard, sum var ein av stovnarunum av iNOVA.

Gutti Winther borðreiðir við brellbitum, og tey, sum dagliga starvast í iNOVA fara at greiða frá teirra arbeiði.

Øll eru vælkomin.

Vinarliga

Janus Vang

Stjóri