Norðurlendska matheiðurslønin leitar eftir tilnevningum
Fyrstu Emblu heiðurslønirnar vórðu handaðar í Keypmannahavn í 2017. Føroyar vunnu tá 3 av 7 bólkum. Heimablídnisskipanin vann sum besta matferðamál, Dímunargarður vann sum besti rávøruframleiðari og Leif Sørensen vann sum besti mathandverkari. Vit heita á føroyingar um at koma við nógvum tilmeldingum, so Føroyar aftur standa við einum sterkum liði í kappingini.
Í 2019 verður handanin í
Hørpu í Reykjavík, samstundis sum Nordic Chefs Association skipar fyri ráðstevnu.
Limirnir handan Emblu ynskja tilnevningar frá almenninginum, síðani er ein dómsnevnd
í hvørjum landi sær, sum velur eitt umboð fyri hvønn flokk.
Endamálið við Emblu er at styrkja vitanina um
norðurlendskan mat og at fagna matmenning og nýskapan.
Meginfelagið fyri tey
norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, hevur ábyrgd av Emblu við stuðli frá Norðurlandaráðnum.
Luttakandi londini eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og
Føroyar.
Á heimasíðuni hjá Emblu,
emblafoodaward.com, ber til at gera tilnevningar innan hesar flokkar:
NORDIC FOOD PRODUCER 2019 (Rávøruframleiðari)
NORDIC FOOD ENTREPRENEUR 2019 (Matíverkseti)
NORDIC FOOD ARTISAN 2019 (Mathandverkari)
NORDIC FOOD COMMUNICATOR 2019 (Matsamskiftari)
NORDIC FOOD FOR MANY 2019 (Mat til mongdir)
NORDIC FOOD DESTINATION 2019 (Matferðamál)
NORDIC FOOD FOR CHILDREN
AND YOUTH 2019 (Mat til børn og ung)
Meiri kunning um flokkarnar er at finna á heimasíðuni hjá Emblu. Evstamark at lata tilnevndingar
inn er 31. mars 2019.
Øll eru vælkomin at gera
tilnevningar (ein starvsfelagi, ein fyrimynd ella tú sjálv/ur) innan hesar sjey flokkar á heimasíðuni www.emblafoodaward.com ella á hesi leinkji.
Tilnevningarnar verða
almannakunngjørdar 2. mai.
Eru
spurningar, vinaliga set teg í samband við:
Janus Vang, granskarasetrið iNOVA
Teldupost: jv@inova.fo, telefon: +298 733300
Vit takka teimum, sum hava stuðlað føroysku luttøkuna í Emblu 2019

.jpg)
