Grein á portal.fo
Føroyar fingu tvær virðislønir, tá
norðurlendsku Embla matvirðislønirnar í kvøld vórðu handaðar í Reykjavík í
Íslandi.
Grøna
oyggin, tað er matvøruframleiðararnir á Sandi, fingu eina virðisløn í bólkinum
Nordis Food Producer og matstovan og verkætlanin Gimburlombini í Nólsoy fekk
heiðurin fyri Nordic Food Destinations.

Tjóðhild Patursson og Barbara Andreasen eru kvinnurnar handan Gimburlombini í Nólsoy
Sostatt var hetta aðru ferð á rað, at hesar virðislønirnar fórðu lætnar til føroyskar verkætlanir. Tí seinast Embla virðislønirnar vórðu latnar, tað var í 2017, vann Dímunargarður virðislønina fyri matframleiðarar og Heimablídnivann fyri matferðamál.
Føroyar høvdu seks tilnevningar til Embla
virðislønirnar hesaferð. Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist var
innstillaður til Nordic Food Entreprenaur, Gásadalsgarður til Nordic Food
Artisan (t.e. handverkari), Jóan Pauli Joensen til Nordic Food Communicator og
Ein dagur á Grynnuni til Nordic Food for Children and Young.