Nú skulu nýggir Embla
vinnarar aftur finnast. Hvat er besta matferðamál í Norðurlondum? Hvør er besti
matíverksetari? Og hvør er besti matmiðlari?
Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur,
framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið
norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur
matur hevur raðfest, og sum meginfelagið fyri tey norðurlendsku
bóndafeløgini (NBC) hevur ábyrgd av við stuðli frá Norðurlandaráðnum.
Føroyska
luttøkan er skipað í samstarvi millum iNOVA, Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og
Vinnumálaráðið, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.
Hetta er triðju ferð at Embla Food Awards verður hildið, og luttakandi
londini eru í ár Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Grønland og
Føroyar.
Vegna óvissu korona-støðuna
í tey ólika norðurlondskum londum, verður tað tann 20. juni 2022, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum
luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku
matvirðislønina 2021.
Tey tilnevndu úr Føroyum eru:
Jóhan Dávur Joensen – Norðurlendski rávøruframleiðarin 2021
Jóhan Dávur Joensen er bóndi og sjálvlærdur matsøgufrøðingur úr Gásadali. Við hollari vitan um føroyskan matarsið, hevur Jóhan Dávur gingið undan at menna lokalu grønmetisframleiðsluna.
Jóhan Dávur hevur eina serstaka tilgongd til at dyrka grønmeti, sum er grundað í djúptøknari vitan og gagnnýtslu av serstøku umstøðunum á staðnum, góðskuna í jørðini, hallið á lendinum, sólarljósið, regninum o.s.fr. Úrslitið er framúrskarandi vørur frá gróðarlendinum á tromini 100 metrar yvir sjónum.
Jóhan Dávur er ein eldsál, sum dyrkar smáar nøgdir av hágóðskuvørum. Fyri at tryggja bestu góðsku og nøgd hevur Jóhan tætt og støðugt samskifti við trúføstu kundar sínar, m.a. tví-stjørnaðu Michelin-matstovuna KOKS og Embla-vinnaran Leif Sørensen. Eisini gevur hann gleðiliga góð ráð til aðrar bóndur, fyri at menna burðardygga staðbundna matframleiðslu (mynd: matkovin.fo)

Dímunargarður – Norðurlendski mathandverkarin 2021
Dímunargarður hevur ment eitt serstakt brúsandi sider frá avlopsrótum, sum tey nevna Mai rótabryggj.
Íblásturin til henda sider fingu tey til fyrstu EMBLU virðislønarhandanina í 2017, tá ið Dímunargarður vann heitið sum Norðurlendski rávøruframleiðarin.
Eva og Jógvan Jón frá Dímunargarði hittu tá umboð fyri danska "Æblerov”, sum framleiðir sider úr avlopssúreplum. Av tí at mairøturnar eru rættiliga líkar perum í smakki, fóru tey at tosa um møguleikan at framleiða eitt heilt nýtt sider við rótum. Til tá fingu neytini røturnar, ið vóru til avlops, og eitt sider vildi bæði virðisøkt tilfeingið munandi og eisini longt um haldgóðskuna.
Dímunargarður fór í samstarv við bryggjaríið Okkara og bryggjararnar Søren Antoft og Høgna Jensen um at loysa avbjóðingarnar í sambandi við at menna eina heilt nýggja vøru við einari rávøru, sum ikki varð nýtt fyrr til hetta endamálið. Hetta eydnaðist og Mai Rótabryggið kom á marknaðin í 2019.
Serstaki smakkurin í rótabrygginum hóskar væl saman við sterka umami-smakkinum í røstum føroyskum mati, og tað hóskar eisini til frískligar blandaðar drykkir.

Rólant Waag Dam – Norðurlendski matsamskiftarin 2021
Rólant Waag Dam er tíðindamaður og framleiðari í Kringvarpi Føroya. Hann er
ein ágrýtin matfjeppari og hevur í sínum starvi lagt seg eftir at siga frá mati
og matmenning í Føroyum.
Tá ið samfelagið lat aftur í 2020 orsakað av Covid-19, skipaði Rólant fyri
eini vælumtøktari talgildari ølsmakking. Eisini er grein um Rólant í Matbókini,
sum lívsstílsblaðið Kvinna gav út.
Rólant hevur gjørt heimildarfilmar um kendar føroyingar í matvinnuni og
avrik teirra, m.a. um Poul Andrias Ziska frá KOKS og Jan Restorff frá Søllerød
Kro í Danmark, sum báðar eru Michelin-matstovur (mynd: Tróndur Dalsgarð).

Gásadalur – Norðurlendskt matferðamál 2021
Gásadalur er ein serstakliga vøkur bygd í Vágum,
og er seinasta bygdin í teimum stóru oyggjunum, sum varð knýtt í vegakervið.
Síðani tunnilin til Gásadals lat upp í 2004, hevur Gásadalur verið eitt væl
vitjað ferðamál, bæði orsakað av vakurleikanum og seinnu árini eisini matinum.
Vakstrargóði dalurin og fuglabjørgini hava altíð
verið ein góður kovi, sum framtaksfús bygdafólk hava ment og givið nýtt lív. Gásadalsfólk hava gingið undan at dyrka grønmeti
og dalurin er eitt av fáu støðunum í Føroyum, har bygg verður velt. Føroya Bjór
nýtir hetta byggið og vatn úr Gásadali til at bryggja ”Múlafossur Red Ale”, ein
serøl nevnd eftir navnframa fossinum.
Tá ið slaktið er av, verður sláturhúsið í bygdini
gjørt um til matstovu, sum bjóðar mat úr Gásadali, og bygdafólkini hava ment
nýggjar vørur við siðbundnum viðgerðarhættum, m.a. ræsta kálvasúpan (mynd: Andrei Antal photography).

TARI – Norðurlendski matíverksetarin 2021
TARI er ein fyritøka, sum leggur seg eftir burðardyggari taraaling í Føroyum.
At skera og ala tara til matna er enn ein nýggj
vinna í Norðurlondum, og umboðar tí eitt ónýtt matartilfeingi. Tari verður
aldur uttan taðing ella týningarevni á støðum, har vistskipanin ikki tekur
skaða, og tari kann tí gerast týðandi liður í at fáa burðardygga føði til
heimin.
Fyritøkan TARI varð sett á stovn av systkjunum
Agnes og Mortan Mols Mortensen. Agnes er granskari við Phd í tara-lívfrøði og
Mortan er kavari, við drúgvum royndum at kava eftir hágóðsku sjógæti. TARI
gagnnýtir førleikarnar hjá teimum báðum til at menna bestu hættir til
burðardygga framleiðslu av tara.
TARI er nýliga farið undir at gera rognkelsisskjól
úr tara til laksaalivinnuna, sum fremja djóravælferðina á burðardyggan hátt.
Nýggjasta átakið Grøna klekingarstøðin verður
veruleiki, nú TARI setur vatnturbinu til at skapa orku til nýggju
klekingarstøðina í Fámjin. Endamlið er at framleiða tara við ongum útláti, ella
enntá við orku til avlops.

Jóhanna á Tjaldrafløtti – Norðurlendskur matur til børn og ung 2021
Seinastu 30 árini hevur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum leiðari á
Húsarhaldsskúla Føroya, givið nýggjum ættarliðum íblástur og útbúgving til at
liva eitt heilsugott og burðardygt lív, við støði í sterku føroysku
matmentanini.
Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli, og sosiala samveran og verklig læra hava stóran týdning í tilgongdini til læring, m.a. tá ið skúlin vitjar bóndur, tá ið flett verður. Skúlin leggur dent á at sameina vitan um mat og heilsu, húsarhaldsbúskap, handverk og sjálvbjargni.

Slaktið er ein árligur matsfestivalur í Havn, sum hevur til endamáls at vísa
og læra vaksandi talið av býarfólkum, hvaðani siðbundni maturin kemur og alt
arbeiðið, sum liggur í at framleiða hann.
Festivalurin verður hildin seint í september. Fyri at geva fólki beinleiðis
innlit í framleiðsluna, verða bæði seyður og neyt flett á staðnum, undir
skipaðum umstøðum. Ein viðmerkjari greiðir frá tí, sum fer fram, og seinni um
dagin hagreiða og matgera innbodnir kokkar og matserfrøðingar djórini fyri
gestunum.
Føroyskt grønmeti er eisini partur av festivalinum, sum er eitt høvi hjá
framleiðarum at vísa sínar vørur fram og at tosa um, hvussu tær kunnu nýtast.
