Høllin.
Granskarasetrið iNOVA hevur eina stóra høll, sum kann brúkast til skeiðvirksemi, filmframvísing og onnur tiltøk. Leigararnir í iNOVA hava ókeypis atgongd til høllina. Øll onnur áhugað kunnu leiga hana.
Lýsing
Høllin er 200 m2 til víddar, við egnari inngongd og atgongd til køkin. Í høllini er talgild uppvørpa, 17 skilaveggir á hjólum og 50 stólar. Tað er pláss fyri at leigararnir koma við fleiri stólum, um tørvur er á tí. Skilaveggirnir, sum kunnu brúkast til at laga hølið til tørvin hjá leigaranum, eru prýddir av ungum føroyskum listafólkum á aðrari síðuni. Á hinari síðuni eru skilaveggirnir hvítir og kunnu millum annað brúkast til skíggja.
Tilvísingar
Tiltøk, sum hava verið:
- Móttøkan í iNOVA
- Vitjanin av amerikanska sendiharranum í Danmark
- Startup Tórshavn 2014
- Søla og Performance (Skúla FM)
Prísur
Høllin er ókeypis fyri vistararnir í iNOVA. Onnur áhugað kunnu leiga høllina fyri 3.000 kr/dagin uttan MVG.
Bílegg
Bílegg við at senda teldupost til inova@inova.fo.