Búmerkið hjá felagnum

Sensoriskt panel.

Tað ber til at gera objektivar góðskumetingar av matvørum í Føroyum.

Sensoriska panelið á iNOVA var sett á stovn í 2018 og er einasta kommersiella panel av slíkum slagi í Føroyum. Hetta panelið er lært upp í at meta -objektivt- um sensorisku góðskuna á matvørum undir leiðslu av einum matgranskara við drúgvum royndum.

Ein sensorisk profilering er ein objektiv lýsing av útsjónd, lukti, smakki og konsistensi. Tað merkir, at sensoriska profileringin lýsir ta góðskuna, sum brúkarin upplivir.

Sensoriskar kanningar

Panelmøguleikar

Panelið hevur ymiskar møguleikar – treytað av vøruni og spurningum, sum skulu svarast.

Profilering (neyv lýsing av nógvum eginleikum) av vøru

Panelið kannar eina vøru (ella ein ávísan eginleika í eini vøru) og lýsir hesa sensoriskt eftir objektivum kriterium.

Dømi: ein fyritøka hevur brúk fyri objektivari lýsing av eini vøru til marknaðarføring

Meting av líknandi vørum

Panelið kannar fleiri (líknandi) vørur og metir um hesar á einum avtalaðum skala.

Dømi: líknandi vørur frá ymiskum veitarum, ella frá eini vørumenningar-tilgongd.

Kanning av muni millum vørur

Panelið avgerð um tíðiligur munur er millum vørur.

Dømi: Broytast ein vøra, um minni feitt er í / um uppskriftin verður broytt nakað / um annað pakkitilfarð verður brúkt, osfr.

Aktiv luttøka

Kundin kann – í ávísan mun - luttaka aktivt:

  • Uppgávan verður orðað í samstarvi við kundan
  • Orðalisti og skali kunnu vera "universal” ella um neyðugt gjørd til uppgávuna í samstarvi við kundan

Skott millum panel og kunda

Ein stórur týdningur er, at skott er millum panelið og kundan:

  • Kundin sleppur ikki við til paneltímarnar – tryggja objektivitet
  • Kundin fær ikki lista yvir panelluttakarar
  • Panelluttakarar fáa ikki upplýsingar um kunda og vøru
  • Alt verður anonymisera
Fyrimunir við føroyskum sensoriskum paneli
  • Lættari atgongd til tænastuna
  • Lættari samskifti millum kunda og veitara
  • Stuttur flutningur – lættari at gera kanningar av matvørum
  • Føroyskt panel, sum brúkar føroyskar orðalýsingar og kennir føroyskar matvanar osfr.
Bílegg

Tey, sum hava áhuga í sensoriskum kanningum, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum á inova@inova.fo.

Panelið gleðir seg til fleiri uppgávur.